Spurnarkassin: Genta, 16 ár spyr
Genta
Spurningur:
Hey eg eri akkurát fylt 16 ár.. Og eg havi nógvar vinir, men eg eri bara mega sjálvdan við vinunum og eg eri eisini ein mega smæðin genta. Uppá ein máta eri eg eitt sindur fyri meg sjálvan, gangi ikki í dans ella nakað.
Svar:
Hey “Genta”
Tú skrivar at tú hevur nógvar vinir, men at tú hóast tað, kennir teg einsamalla.
Tað er kanska heldur ikki so lætt hjá tær at taka stig til at gera ting saman við øðrum, tá tú ert smæðin.
Nú sigur tú einki um hvat tú kundi hugsa tær skuldi hent, men um tað er tað, at tú kundi hugsað tær at verið meira saman við øðrum, so er tað nakað man kann gera okkurt við.
Tað fyrsta tú kanst gera, er at hugsa um, hvønn tær dámar at vera saman við. Tú ert kanska ikki altíð líka smæðin, alt eftir hvørjum tú ert saman við – ella hvussu? Um tað er so at tú følir teg tryggari saman við ávísum persónum, so kundi tú kanska byrjað við at vera meira saman við hesum fólkunum? Tú kanst til dømis spyrja hesar genturnar ella dreingirnar um tey tíma at gera okkurt…. tú kundi eisini komið við onkrum uppskoti um hvat tit kundu gjørt saman, so at tú á tann hátt kundi komið meira út millum vinir.
Tú sigur jú at tú hevur vinir… kanska tú bara skal øva teg í at taka stig til at gera ting saman við teimum? Jù oftari man ger tað, lættari verður tað.
Vit eru øll so ymisk sum persónar, summi eru meira smæðin enn onnur. Tú ert kanska ein still typa, sum ikki hevur so lætt við at taka samband við onnur. Men tað at tú ert smæðin er ikki nakað ringt sum so! Kanska tú eisini kanst venda tað til nakað positivt? Royn heldur at hugsa um tað sum tú ert góð til.
Skriva endiliga aftur um tú hevur tørv á tí.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.