Tú skrivar at tú følir teg so feita, hóast tú einans vigar 52 kg og er 1,57 cm. Í mun til tína hædd, so vigar tú ikki nógv! Tú ert ein virkin genta, sum venur fótbólt næstan hvønn dag, og tað er gott og sunt fyri teg, bæði likamliga og sálarliga, so halt endiliga áfram við tí. Tá ið ein íðkar nógvan ítrótt, so fær ein eisini musklar, og teir viga og geva møguliga eitt øðrvísi skap. Tú skrivar eisini, at tú heldur at tú hevur stutt bein. Nú veit eg ikki hvussu tú sært út, men í tannárunum er tað vanligt at hava nógvar tankar um hvussu ein sær út, og hvussu ein kundi hugsað sær at sæð út. Kroppurin hjá tær broytist eisini nógv hesi árini. Trupulleikin hjá tær er kanska meira, at fáa broytt sjálva “kensluna” av at tú følir teg mega feita. Tú kanst eisini royna at venda hesi kensluni. Tað er kanska ikki so lætt, men um tú roynir at hugsa um aðrar góðar síður við tær, so finnur tú heilt vist nógv gott, og so broytist kenslan sum tú hevur so líðandi.
Góða eydnu við øllum!
Tú & Eg Ráðgevingin