Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
Genta 14
Spurningur:
Hvat er Spreingiloyvi?
Svar:
Spreingiloyvi snýr seg um nær man kann fara í song við eini gentudrongi.
Myndugleikarnir hava ásett kynsliga lágaldurin til 15 ár, bæði fyri gentir og dreingir. Hetta er gjørt fyri eins egna besta, umframt fyri at verja tann einstaka fyri eitt nú kynsligum ágangi.
Tí siga ung oftani, at tey hava fingið spreingiloyvi tá tey eru fylt 15 ár.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin