Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
Genta 14 ár
Spurningur:
Hey! Eg ætlaði at spyrja hvussu nógv fari eg at veksa avtræt, tá eg eri 14 ár og eri 1.57? Er tað lítið at vera 1.57?
Svar:
Góða genta 14 ár
Takk fyri brævið. Tað er sjálvandi eitt sindur torført hjá okkum at siga, hvussu nógv tú fert at vaksa aftrat. Vanliga sigur man, at vit vaksa til vit eru uml 18 ár. Og tú ert 14 nú, so nakað fert tú at vaksa aftrat.
Síðani spyrt tú, um tað er lítið at verða 1.57? Eftir tínum aldri haldi eg ikki, tað er lítið. Tú kanst eisini hyggja rundan um teg, hvussu tín familja sær út, og hvussu vakstralagið er hjá foreldrum og systkjum. Hetta kann geva tær eina ábending um, hvørja hædd tú fært.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin