Góða Genta!
Tú skrivar at tú ert kedd uttan at vita hví, og at tú einki orkar og kennir teg einsamalla.
Tað sum tú kanst gera, er at hugsa um hvussu leingi tú hevur havt tað soleiðis, og um tú kanst koma í tankar um, nær tað byrjaði, og um okkurt serligt er hent, sum ger teg kedda.
Í tannárunum er tað nokkso vanligt at hava humørsvingningar, og at vera irriteraður inn á síni foreldur. So tað kann vera ein partur av forkláringini hjá tær. Men tað kann eisini vera okkurt meira enn tað sum ger teg kedda. Og fyri at tú kanst finna útav, hvat orsøkin er í tínum føri, er tað umráðandi at tú tosar við onkran vaksnan, sum dugir væl at tosa við ung fólk. Kennir tú onkran sovorðnan persón? Ella heldur tú at tú kanst royna at tosa við annan av foreldrunum hjá tær, um hvussu tú hevur tað?
Tú sigur at tú ikki hevur tað gott við at tosa direkta við fólk, men eg haldi tað vera umráðandi fyri teg at finna onkran, sum tú kanst tosa við. Eitt sum tú kanst gera, er t.d. at ringja til ráðgevingina fyri líkasum at øva teg í at fortelja um hvussu tú hevur tað. Ráðgevararnir vita ikki hvør tú ert tá tú ringir, og vit hava ikki nummarvísara á telefonini.
Tað eru nógv sum hava tað sum tú, og sum halda at tað er ringt at tosa beinleiðis við fólk. Men tey flestu uppliva at tað hjálpir. Og man venur seg eisini við at tosa við fólk, og við venjing gerst tað eisini lættari.
Góða eydnu og skriva endiliga aftur um tú hevur tørv á tí.
Tú & Eg Ráðgevingin