Spurnarkassin: Genta, 16 ár spyr

genta

Spurningur:

Hey hey. Tað eri eg sum eri forelskað í einum drongi  sum er 20 ár. Eg gangi nógv í býnum og møti nógvum dreingjum og eri eri altíð saman við onkrum drongi, men tann drongurin sum eg eri forelskað í er ein fittur drongur so eg haldi ikki at eg havi uppiborið at vera forlovað við honum. Men beiggi mín er 18 ár, og hann sigur at eg eri brekað at vera forelskað í tí 20 ára gamla dronginum. Men eg og drongurin hava snakkað saman og fríggjað, eg veit ikki um honum dámar meg, so hjálp mær.

Svar:

Hey genta.
Eg kann ikki svara uppá um dronginum dámar teg ella ikki, tað haldi eg at tíðin má vísa. So eg vil ráða tær til at vera eitt sindur tolin, og vita hvat hendur.
Tú ert 16 og hann er 20, tað er ein fýra ára aldursmunur. Tað er ikki nógv seinni í lívinum, men kann kanska tykjast nógv nú. Tað er ein onnur grund til at geva hesum tíð og ikki skunda tær ov nógv.
Tak tað bara róligt, so finnur tú nokk út av um hann er tann rætti til tín! J

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin