Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr
Genta 15 ár
Spurningur:
hey. fyrst vil eg líka siga 1000 takk fyri at tit hava gjørt hesa heimasíðuna, hon er ordiliga góð, og eg havi fingið svar uppá nógvar spurningar sum eg havi gingið runt við longið, so takk :) eg havi enn nakrar trupuleikar. eg skeri meg, eg royni at lata verða, og tað gongur fram á :) nú havi eg ikki skorið meg í umleið ein mána. og fyrr var tað næstan hvønn dag. so tað eri eg glað fyri. men eg eri so bangin fyri at eg byrji at skera meg aftur, hvussu skal eg gloyma tað ? og so havi eg eisini ein annan trupuleika. tann dagin vit fingu jólafríð, skuldu vit í kirkju. mamma vakti meg, men eg vildi ikki upp. tímdi simpulthen ikki í kirkju .. so byrjaði hon at sláa og royta meg, tað hevur hon aldrin gjørt fyrr. soleiðis bleiv hon við eina góða løtu. sjálvandi græt og skríggjaði eg. tá eg so enduliga kom út í kirkjuna, stóð stóra systi mín har, hon er 19 ár eldri enn eg, so hon er sum ein "eyka mamma" fyri meg tá eg havi brúk fyri tí. eg fór yvur til hana og segði henni hvat var hent. tá mamma var farin, koyrdi systur mín meg heim til hana, so bað hon meg fara at leggja meg at sova, hon skuldi nokk snakka við mammu. eg var har allan dagin, og tríggjar dagar aftrat. tá tordi eg heim aftur . mamma hevur ikki gjørt mær nakað síðani tá, tíbetur. men eg havi so ringt við at stóla uppá hana aftur. hatta oyðilegði virkuliga nakað innií mær. eg fari næstan at gráta bara eg hugsi um tann dagin. hvat kann eg gera fyri at stóla uppá hana aftur ? eg kundi snakka við hana um alt áðrenn hatta hendi, og eg eri so bangin fyri at tað hendur aftur. hvat skal eg gera ? tað hevði veri superr um tit høvdu kunna svara mær, tí eg havi virkuliga brúk fyri tí.
Svar:
Góða ‘Genta 15 ár’
Takk fyri brævið og takk fyri tey penu orðini um heimasíðuna. Gott at hoyra, at hon er til gagn.
Tú fortelur, at tú fyrr hevur skorið teg sjálva, men at tú nú hevur hildið tær í ein mánaða. Tú ert tó bangin fyri at byrja aftur. Allarfyrst: Tað er flott og sterkt, at tú hevur hildið teg frá at skera teg sjálva hesa tíðina. Virkuliga flott – og til tíðir ringt, kann eg hugsa mær. Skilji væl tín ótta fyri at fella í aftur við at skera teg. Tað sum er týdningarmikið er at halda aftur, tá trongdin kemur. Tí skalt tú finna tær nøkur ting, ið tú kanst gera ístaðin, tá tú merkir trongdina. Skriva tær ein lista við t.d. fimm tingum, sum tú skalt gera, tá tú fært tað ringt. Tað kann td. verða:
1). Fáa mær eitt brúsubað.
2). Ringja til eina vinkonu (skriva navn og nummar)
3). Hoyra tónleik (skriva eitt lag niður, sum tær dámar væl, og sum tú kanst syngja við til)
4). Gera andadráttsvenjingar
5). Ganga ein túr
Tú skalt sjálvandi velja fimm ting sum tær dámar og sum kunnu hjálpa tær – omanfyristandandi eru bert møgulig hugskot. Men hetta er nakað sum hjálpir hjá mongum, ið hava haft trupulleikar við at skaða seg sjálvan.
Hin spurningurin hjá tær snýr seg um teg og mammu tína. Kann hugsa mær, at tú gjørdist ógvuliga kløkk, bangin og kedd, av tí sum mamma tín gjørdi. Gott at tú hevur eina góða systir, sum tú kanst tosa við. Skilji at tú og mamma tín hava haft tað ógvuliga gott saman fyrr. Tí haldi eg, at tað er umráðandi, at tú greiðir mammu tíni nágreiniliga frá, hvussu tú hevur tað: At tú ert ótrygg, og hevur ringt við líta á hana nú – men at tú vilt hava at tit fáa tað gott saman aftur. Ver erlig og rólig. Kanska systir tín kundi verði við í prátinum?
Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin