Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr
genta 15 ár
Spurningur:
Hey, eg eri ein 15 ára gomul genta, og gangi í 8. flokki. Mítt problem er tað at eg ikki brúki BH, og allar hinar genturnar í flokkinum og paralell flokkinum brúka, sjálvt onkur sum hevur for lítil bróst til at passa ein. Eg vil gjarna hava ein BH, og hevði sikkurt eisini passa ein, men eg tori ikki at spyrja mammu mína um tað, og eg veit heldur ikki hvar man kann keypa tað. Eg haldi at tað er virkuliga flóvisligt at skifta og fara í brús, tá ið vit hava ítrótt í skúlanum, og øll hava BH, og eg bara havi sovornir toppar. Kunnu tit royna at svara eitt sindur skjótt?
Svar:
Góða genta 15 ár!
Tað er ikki lætt at vera í tínum aldri og kenna teg øðrvísi enn allar hinar genturnar í flokkinum. Tú hevur møguleika at bestilla BH á netinum. Tú kanst googla eftir brystholder ella undertøj, og so kemur ein rúgva fram. Har er eisini vegleiðingar um, hvussu tú finnur fram til ta stødd, ið tú brúkar. Summir hava boylar, summir ikki. Har er óteljandi snið og sløg. Eisini eru handlar her í Føroyum, ítróttarhandlar, klædnahandlar og handlar, ið mest selja undirklæðir, har tú kanst fara inn og hyggja teg um, og síðan kanst tú spyrja, um tey hava tína stødd. Um tey ikki hava akkurát tað, ið tú ynskir, kunnu tey helst bestilla tær tað. Tað finnast eisini innlegg at koyra í brósthaldaran og brósthaldarar við innleggi í.
Góða eydnu við tí! Tú & Eg Ráðgevingin