Search
Close this search box.
Heyhey (: Eg eri ein 15 ára gomul genta, sum havi problemir í skúlanum. Eg blívi eitt sindur happað av dreingjum, og teir tosa um meg, so fái eg tað at vita frá øðrum fólki. Teir kalla meg ljóta, feita osvosv. Eg havi prøva at tosað við mammu og pápa mín um tað, og lærarnir, men einki hjálpir, teir blíva við? Og eg veit ikki hvat eg kann gera við tað, tí at eg havi prøva alt, eg tosið ofta við teir um hvi teir skulu verða soleiðis ímóti mær, og tað einasta eg fái aftur er at teir flenna at tí eg sigi, so eg vil gjarna hava okkurt ráð, hvat eg kann gera við tað? Eg havi eisini problemir við vinum. Eg havi mist eina vinkonu hjá mær, og eg klári ikki at liva uttan hana, og eg havi ofta hugsað um sjalvmord, tí at mítt lív er sum eitt helvidi. Eg havi roynt at skorið meg, men havi bara ikki gjørt tað. Eg gráti ofta yvir ting, og eg eri altíð deprimerað, og hugsi allatíð yvir at eg eri óynskt. Halda tit at tað er tí at eg blívi happa, at eg eri so? Eg heiti á tykkara hjálp. Takk (:

Góðasta genta, ið verður happað!
Tað er gott, at tú roynir at finna tær hjálp, í tí sváru støðu tú ert í! Happingin av tær í skúlanum kann ikki halda áfram, tað má steðgast og onkur vaksin má taka ábyrgdina og steðga happingini. Tú hevur rætt til at kunna ganga í skúla uttan at óttast, hvat dreingirnir kunnu finna uppá at siga við teg, og tú hevur rætt til at verða viðfarin við virðing. Út frá tí tú fortelur, er støðan í tínum skúla tíverri ein onnur, enn hvat hon átti at verið. Tú sigur, at tú hevur roynt at tosa við dreingirnar, men at teir flenna bara.

Heraklapp frá mær til tín fyri at tú sigur frá, tað er djarvt av tær! Veruleikin er tó tann, at onkur vaksin má taka ábyrgdina og hjálpa tær við at steðga happingini. Tað at tú ert kedd og kennir teg óynskta, eru nátúrligar kenslur at hava, tá ið tú verður happað. Tað er tað sum happingin kann gera við ein, og tí er tað so umráðandi at tað verður steðgað. Tú sigur, at tú hevur mist eina vinkonu, og tað skilji eg væl, at tú eisini ert kedd um. Tað at tú grætur og kennir teg tunglynta, kann eisini vera tí at tú syrgir um vinkonuna. Tú sigur, at tú til tíðir fært hug at skera teg. Eg hugsi, um tað er okkurt sum tær dámar væl at gera, so sum at lurta eftir tólnleiki, hyggja at einum góðum filmi, ella fáa tær eitt heitt bað – bara okkurt sum kann avleiða tankarnar frá tí at tú hevur hug til at skera teg. Um tað er onkur, á tínum aldri ella vaksin, sum tú hevur álit á, so royn at tosa við viðkomandi og fortel teimum, hvussu tú hevur tað. Tað hjálpir at seta orð á tankar og kenslur, tá ið høvdið er við at bresta.

Tú sigur at tú hevur roynt at tosa við foreldrini og lærararnar á skúlanum, men at einki hjálpir. Eg vil heita á teg at vísa teimum hetta brævið og svarið, soleiðis at tey síggja hvussu álvarslig støðan er. Tú kundi eisini víst heilsusystrinum á skúlanum brævið og so kunnu tit møguliga í felag tosa við tíni foreldur ogella lærarar.

Nú má happingin steðgast!

Góða eydnu við tí og skriva, kjatta ella ring endiliga til okkum aftur, um tú hevur hug til tað!

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…