Góða genta!
Eftir at hava lisið brævið frá tær, hugsaði eg, at tú ljóðar sera sjúk, og sjálvt um eg var lækni, hevði eg ikki kunnað vitað við vissu, hvat feilar, bara við at lesa brævið frá tær. Fyri at byrja við tí síðsta fyrst, har tú spyrt, hvat tað kann vera, ið ger, at skarniðkukkurin er svartur, kann eg siga, at tað kann vera okkurt, ið tú hevur etið, so sum blóðpylsa ella grind og helst onkur annar matur eisini. Tú kanst hugsa um, hvat tú hevði etið, áðrenn tað hendi, og um tú heldur, at tað kann vera tað. Um tað bert hendi hesa einu ferðina, skalt tú ikki vera bangin fyri nøkrum, men um tað blívur við, skalt tú fara til lækna. Tú skrivar, at fyri einum ári síðan, hevði tú blóð í afførninginum, at tú kennir teg veika, minnist illa og liggur í songini. Tað, ið eg við vissu kann siga tær er, at tað skalt tú ikki góðtaka sum 15 ára gomul. Eg veit bara alt ov lítið um tína støðu annars, til at kunna geva tær eitt nøktandi svar. Harafturímóti havi eg hug at spyrja teg, um tú hevur tosað við foreldrini hjá tær um hvussu tú hevur tað. Um ikki, skalt tú gera tað skjótast gjørligt, fyri at gera av, um tú skalt til lækna. Eg hugsi um, hvat tú meinar við, tá tú sigur fysiskt veik. Um tað er í samband við ítrótt og annað kropsligt virksemi, at tú kennir teg veika, og um tú roynir at vera kropsliga virkin. Um tú einki gert, so er nógv tú sjálv kann gera, fyri at betra um kropsligu styrkina hjá tær. Eisini hjálpir tað væl upp á minnið at vera kropsliga virkin. Veit ikki um eg havi kunnað hjálpt tær, men vildi meint, at tað var lættari at hjálpt tær um tú kjattaði við okkum, so tað ert tú vælkomin til.
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin