genta 15 ár. Eg eri 15 ár og eg vigi 74.7 kg uml. og eg eri 178 cm uml. Ikki minni hvussu er. Vigi eg ov nógv ? Pliiiiz svara skjótt :) Taaak Hjálp Tit svaraðu ikki ein spurning hjá mær.. & eg vil gjarna hava svar. Vigar man ov nógv, um man er 15 ár, 178 cm høg og vigar 76 kg ?? Pliiz svari, takk fyri !

Góða genta! Rokni við, at tú hevur skrivað hesi bæði brøvini. Tú ert ótolin eftir at fáa at vita, um tú vigar ov nógv, og eg kann siga tær, at títt BMI- tal er 24, sum sigur, at tú vigar ikki ov nógv. Tó skal leggjast aftrat, at tað er trupult at svara tær, uttan at vita meira um teg. Tað er ymiskt, hvussu fólk eru bygd. Tað, sum er mest umráðandi er, at tú etur vanligan heilsugóðan mat, og følir teg fríska og væl tilpassar í tínum kroppi. Skriva endiliga aftur ella kjatta ella ring til okkara mánadagar ella hósdagar kl 14-22, um tú hevur tørv á tí.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg