Search
Close this search box.
Eg eri áhugað í gentum, og vil prøva at gera okkurt seksuelt við einari. Eg og ein genta ganga saman. Men ongin av mínum vinum veit tað. Eri bangin fyri, at tey ikki fara at akseptera tað. Eri eisini til dreingir, men havi ikki hug til dreingir nú. Eri bara forvirrað. Veit ikki ordiliga, hvat eg skal gera. Eg og hon hava avtalað at hava oralsex leygardagin, og tað vil eg gjarna prøva. Eri eg nú biseksuel, tí eg eri áhugað í gentum?Ella er tað bara tey forvirrandi og og forvitnu teenager árini?

Góða genta 15 ár!
Takk fyri brævið!
Tað er vanligt at vera  forvirrað, tá man er 15 ár.
Tú ert á veg at gerast vaksin. Tað kynsliga byrjar at fylla í tonkunum. Tú fært kynsligar hugsanir um hitt kynið, og av og á eisini um títt egna kyn.
Um tú ert biseksuell ella ikki, er ov tíðliga at siga. Og tað er heldur eingin annar sum kann fortelja tær um tú ert biseksuell ella ikki. Tú kanst ikki gera annað enn at geva tær tíð til at finna útav hesum sjálv. Tað er umráðandi, at tú gevur tær tíð til at merkja eftir, hvussu tú hevur tað tá tú ert saman við gentum, og tá tú ert saman við dreingjum. Og tú nýtist ikki skunda tær heldur. Gev tær bara góða tíð til at finna útav, um tú ert biseksuell ella ikki. Hjá summum tekur tað fleiri ár at finna útav.
Tað er eisini umráðandi , at tú ert erlig og trúgv ímóti tær sjálvari, og at tú hugsar teg væl um, hvat tú følir er rætt fyri teg og hvat ikki er rætt fyri teg, so at tú sjálv kanst seta tíni mørk.
Ring 116 111 til Tú & Eg Ráðgevingina, ella skriva aftur, um tú hevur tørv á tí!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…