Search
Close this search box.
Hey. Eg eri ein 16-ára gomul genta, og sjeikurin hjá mær er eisini 16. Vit hava verið í song saman nakraferð, og onkuntíð hava vit ikki brúkt hýt – men tá er hann ikki komin í meg. Er tað stórur kjansur fyri, at eg allíkavæl eri blivin uppá vegin?? Eg og mamma mín eru ikki so tættar sum vit burdu veri.. vit tosa ongantíð um td sex og sovorðit. hon veit ikki av at eg og sjeikurin hjá mær hava veri í song saman, og eg tori ikki at siga tað við hana. Eg tori heldur ikki at biða hana um p-pillar. Kann eg fáa p-pillar frá læknanum uttan hon veit av tí??? Og Hvussu skal eg so gera… Skal man kannast ella hvat? eg veit næstan einki um hetta. Heilsan ein óvitandi genta

Hey hey!
Besta tekin uppá, at ein er við barn er, at mánasjúkan ikki kemur. Tad er tí at tað gitna eggið hevur fest seg i lívmóðir-rovuna, sum so ikki dettur av sum mánasjúka. Hormon ávirkanin ger hettar.
Onnur tekin kunnu vera eitt sindur av vamli, spent bróst, at ein hevur meira luft í búkinum og er linari. Tad kann vera bløðing heilt skjótt eftir, at ein er blivin við barn, men tann bløðingin er vanliga minni enn mánasjúkubløðing og kemur eitt sindur seinni.
Einki tekin er 100%, so um tú heldur, at tú kanst vera við barn, so tak eina graviditets roynd, sum tú kanst keypa á Apotekinum.
Umhugsa annars at brúka fyribyrging bædi móti at gerast við barn og ímóti at faa eina kynssjúku. Hítir kanst tú keypa sjálv, men p-bollar noyðist tú til læknan fyri at fáa.
Endiliga vil eg minna teg um, at tad finst ein angri p-bolli, sum kann keypast uttan resept á Apotekinum og skal takast so skjott sum møguligt aftaná( i seinasta lagi 72 tímar seinni) , at tit hava verið í song saman, og tað ikki eydnaðist at brúka trygga fyribyrging.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…