Spurnarkassin: Genta, 16 ár spyr
Genta
Spurningur:
Heey... eg eri forelska í einum drongi sum er 20 ár hvat skal eg gera ?
Svar:
Ja hvat skalt tú gera ?
Tú sigur so lítið um teg sjálva og um drongin. Tað er deiligt at vera forelskað, serliga um tann tú ert forelskað í eisini er forelskaður í tær. Er hann tað? Hvørjar tankar er tað tú gert tær? Ivast tú í um hann er ov gamal til tín? Eg fái betur ráðgivið tær, um tú skrivar aftur og fortelur eitt sindur meira um tykkum bæði, so tað vil eg mæla tær til at gera.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin