Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr
Genta
Spurningur:
Heey.. Kann man fáa kynssjúku, sjálvt um man ikki hevur havt samlegu?
Svar:
Takk fyri brævið. Vanliga fær man ikki kynssjúkur uttan at hava havt samlegu. Á heimasíðuni hjá okkum, undir ‘Eg & Lívið’ kanst tú kanst lesa meira um kynssjúkur. Har eru eisini slóðir til aðrar heimasíður um kynssjúkur.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin