Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

Genta

Spurningur:

Hey tit!
Eg havi tad ikki so gott vid meg sjálva.'
Eg haldi eg eri ov feit og ov lítil.
Hvat er ''normalt'' at viga tá tu ert 14 ár?
Eg haldi eg havi for breiða miðju..
Kann man gera nakað við tað?

Svar:

Góda tú.
Tú skrivar, at tú heldur, at tú ert ov feit og lítil. Eg kann ikki siga tær, hvussu nógv er normalt at viga, tá ein er 14 ár, tað er ógvuliga ymiskt. Tá mann kemur í pubertetin henda nógvar broytingar – bæði ”innan og uttan á” –  kroppurin broytist og sær øðrvísi út. Umframt bróst, fáa gentur ofta eisini breiðari mjadnar. Men sum tú sikkurt hevur hoyrt í fjølmiðlunum, viga nógv fólk í vesturheiminum ov nógv. Og tað er ikki gott fyri heilsuna, at viga ov nógv. Tí er týdningarmikið, at vit íðka ítrótt og eta sunt. Um tú vilt hava klænnri miðju, er gott at gera venjingar fyri rygg og búk. Kanska tú burdi tosa við onkran vaksnan (til dømis foreldur, heilsusjúkrasystir ella lækna). So kundi tú fingið góð ráð til búk og rygg venjingar. Tú kundi eisini spurt tey, um tey halda, at tú vigar ov nógv, ella um tað bara er nakað tú heldur. Tað er nemliga ikki altíð so lætt at vera ungur og skulla samanlíkna seg við onnur. Góða eydnu – og skriva endliga aftur, um tú vilt hava fleiri ella onnur ráð.

Tú & Eg Ráðgevingin