Spurnarkassin: Genta, 0 ár spyr

genta

Spurningur:

Hey! Nakrir spurningar. Er tað lætt at blíva uppá vegin vissi man ikki brúkar hít og tekur murtin út áðrenn hann “kemur”? 2. Eg havi ein sjeik, men eg eri altíð so bangin, vissi hann verður ótrúgvur tá ið eg ikki er har. Tí hann er so prajasligur, altso roynir nógv eftir mínum vinum osv...hvat skal eg gera við tað, fyri at hann kann stoppa við tí?   Síðsti spurningur. Tá man dyrkar sex. Eg havi hvørja ferð fingið ilt, tá vit skulu koyra murtin í. Riggar tað at fingra sær ofta, áðrenn man fer í song við sjeikinum? Kann holið ikki víðkast eitt sindur? Hopi at tit hava onkur góð ráð. Takk fyri!

Svar:

Góða genta!
Eg vil altíð mæla til, at tú brúkar hít. Hítin verjir bæði móti at gerast við barn og kynssjúkum. Eitt nú hevur áleið fjórða hvør genta í aldrinum 15 til 25 ár klamydia: ein kynssjúka, ið millum annað kann føra til, at kvinnur ikki kunnu fáa børn. Sjálvt um sjeikurin hjá tær tekur murtin út, áðrenn hann kemur, kann sáð saktans vera komið inn í skeiðina áðrenn, og ofta kemur sáð eisini út úr murtinum nakað aftaná. Ì samband við, at tú ert bangin um at sjeikurin hjá tær fer at verða ótrúgvur er ikki so nógv, ið tú kanst gera við.. Tað er nakað, ið hann sjálvur má taka á seg um hann vil vera ella ei. Men eg skilji teg væl, tí tað kann vera ringt, tá ið ein følir, at sjeikurin áhaldandi gevur øðrum gentum ans heldur enn sær. Men sjálvt um tú heldur, at sjeikurin hjá tær roynir eftir tínum vinkonum, merkir tað ikki, at hann fer at verða ótrúgvur móti tær.Tað kann vera, at tað er bara soleiðis, ið hann er.Tú kanst kanska velja at síggja positivt uppá, at hann er soleiðis. Tað vísir, at hann kann sjarmera, og tað er jú bara gott um tínar vinkonur halda hann vera fittan. Tað verður alt ov strævið hjá tær at ganga og stúra fyri, hvat sjeikurin gongur og ger, tá ið tú ikki ert har. Um tú heldur hansara atburð vera ordiliga keðiligan, so sig við hann, at tú veitst ikki rættiliga hví, men tú blívur ósikkur og kedd, tá ið hann er so, og at tað tímir tú ikki at blíva, tí tú ert góð við hann.
Til tín síðsta spurning,  kanst tú ikki beinleiðis gera holið størri, men tað víðkast tó nakað, jú meira seksuelt aktiv tú ert. Tað eru nógvar kvinnur, ið fáa ilt, akkurát tá ið murturin skal inn um. Tað er sum oftast tí, at “skeiðin” ikki er nóg vát. Summar kvinnur eru turrari í neðra enn aðrar. Og hjá teimum skal tað ofta eitt langt “forspæl” til, áðrenn tær blíva nóg vátar til at murturin kann “glíða” inn um. Kelist, kínist og mussist áðrenn tit byrja at hava samlegu soleiðis, at tú blívur nóg”tendrað”! Tú kanst eisini sjálv føla við einum fingri millum beinini og vita, um tú ert vát. Ert tú tað ikki, ert tú heilt einfalt ikki klár til samlegu. Tað kann eisini vera, at tínar innara kynsvarrar eru ójavnar á stødd ella bara eitt sindur útstandandi. Um sjeikurin hjá tær bara trýstir murtin inn, kunnu tær tí lættliga koma í klemmu. Fyri at tað ikki skal henda, so kann hann ella tú líka “opna” tær áðrenn murturin skal inn. Tá verður samlegan lættari, og tú skuldi ikki fingið so ilt.   Eg vóni, at tú fært brúkt okkurt av mínum ráðum. Um ikki, skriva so endiliga aftur!
Bestu heilsanir
Tú & Eg Ráðgevingin