Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

Genta

Spurningur:

Fyrst vil eg siga túsund takk fyri ein ordiliga Góðan brævkassa, tað er ordiliga deiligt at hava okkurt á fø Eg eri ein 14 ára gomul genta. Eg havi eina systir sum er 15 ár, Hon, mamma, babba, og eg skeldast allatíð. Hon er ræðuliga illsint, og svøk. Hon er blivin blaka út úr húsinum, til ommu mína tríggjar ferðir. Her er alt sum okkum ikki dámar við henni: Hon ger ikki skúlating, hon skulkar, hon roykir, hon drekkur, hon er illsint, hon er stjelur frá mær, mammu og systir míni og hon er ein trupul tannáringur. Hon hevur gingið til heilsusystir, hon hevur tosa við meg, mammu, babba, systir mína, vinkonurnar og onki riggar. Tað er uppá ein máta ordiliga deilgt tá ið hon hevur búð hjá ommu, og bara tá ið hon er úti. Tá er deiligt friðarligt hheima, ongin klandur ella nakað, men beinanvegin hon kemur heim er bardagi og klandur. Tá ið eg sigi bardagið meini eg tað eisini seriøst. Eg og systir mín berjast ordiligt. Vit buka hvørja aðra, vit royta hvørja aðra og ja alt tað. Soleiðis var aldrin fyrr, men hon hevur ávirka meg, so at eg eisini eri blivin eitt  sindur svøk, men tó ikki so ræðuliga. Men hon er púra svøk altíð, vit í familjuni yvast faktiskt í um hon er  sálarsjúk. Men vit fáa onki gjørt við, hon vil ikki. Hon hevur nú verið soleiðis í umleið trý ár. Vit hava aldrin orka tað væl, men hava kunna liva við tí. Men nú er tað blivi til ein ordiligan trupuleika. Eg orki ikki at liva saman við henni longur, og tað ger heldur ongin annar í familjuni. Tað er sjálvandi ordiliga synd í henni, men hon vil ikki hava hjálp, mamma og babba hava eisini spurt hana um hon vil til ein psykolog, men hon heldur slett ikki at  hon hevur brúk fyri tí, og vit hava tosað við hana um at hon hevur brúk fyri tí men hon blívur bara svøk og fer út. So vil eg bara spyrja tegtykkum um hvat meira kunnu vit gera fyri at hjálp henni? Eg vóni at tit kunnu svara mær skjótast gjørligt, tí at eg orki ikki at hava tað so meira

Svar:

Góða genta!  

Takk fyri brævið! Tit hava ein trupulleika í familjuni, sum rakar tykkum øll. Tó eru tað tíni foreldur, ið hava ábyrgd av trivnaðinum heima hjá tykkum.

Tú greiðir frá, at tað er stórasystir tín, ið bert er eitt ár eldri enn tú, ið er orsøkin til trupulleikarnar heima. Foreldrini hava roynt at tosa við hana og tey hava eisini koyrt hana til ommu tykkara at búgva. Men tað vísir seg ikki, at nakað hjálpir uppá støðuna. Soleiðis sum tú lýsir systir tína, fái eg eina mynd av eini sera ólukkuligari gentu, sum rópar um hjálp. Hennara harðligi máti at útrykkja sínar kenslur, er ikki so vanligur fyri eina gentu, og tí er tað ringt hjá tykkum at skilja, at gentur kunnu vera so illar og truplar at hava við at gera. Tað er hart fyri tykkum øll, tí tit eru helst eisini stúrin um hana, og hvussu henni fer at gangast í framtíðini

Tú sigur einki um, hvat tað er, sum hon er ill um. Okkurt er tað, sum ger, at hon er so ónøgd. Eg haldi, at tit hava brúk fyri professionellari hjálp skjótast til ber. Tykkara familja hevur brúk fyri at koma aftur á beint, ongantíð ov skjótt. Tíni foreldur kunnu venda sær til www.gigni.fo har tey antin dulnevnd ella nevnd kunnu fáa vegleiðing frá einum heilsufrøðingi, bæði umvegis kjatt og telefon. Tað er ein ráðgeving til foreldur og eisini fyri tannáringar. Tey kunnu eisini tosa við heilsufrøðingin í skúlanum hjá systir tíni. Eisini kunnu tey venda sær til tykkara lækna. Kanska kann hann hjálpa henni, so at tað kann staðfestast, hvat bagir henni.

Um tú ella systir tín hava brúk fyri at ráðgeving frá okkum, kunnu tit eisini kjatta ella ringja.

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin