Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

genta

Spurningur:

Hééy !
Takk fyri ein super brævkassa!
Eg havi nøkur problem, tað er at: 

1. Tá eg fari í song við sjeikinum hjá mær, fái eg so ilt, tá hann fer inn og út tær 2-3 fyrstu ferðirnar, tá vit byrja. Hvat kann vera orsøkin? Tað er bara so irriterandi, at tað skal vera hvørja ferð.
2. Tað er nokkso ofta um vikuna, at eg havi ein ekstrema høvuðpínu. Tað er sum um okkurt vil pressa seg út úr pannuni. Eg pínist av tí, eg fái ikki ordiliga verið har, sum tað er ljós, tá eg havi høvuðpínu. Eg vil spýggja og tað heila. Kann tað vera migrena? ella? Skal eg fara til læknan?
3. Eg vil gjarna hava p-pillarar. Men eg tori ikki, at mamma skal vita av tí. Hvat skal eg gera?
»Hopi at tit svara skjótt.. Tí eg havi virkuliga brúk fyri hjálp..

Svar:

Hey hey!
Fyrst má eg kunna teg um, at tann kynsligi lágaldurin er 15 ár, og tað merkir, at tú ikki  hevur loyvi at fara í song við sjeikinum, fyrr enn tú ert blivin 15 ár.
Eg vil avgjørt ráða tær til at fara til lækna og søkja tær ráð bæði viðvíkjandi tínari høvuðpínu (sum kundi verið migrena) og um fyribyrging. Eisini kanst tú tosa við heilsusystrina á skúlanum.
At enda vil eg siga, at tú altíð er vækomin at skriva inn eina aðru ferð ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin