Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

genta

Spurningur:

Hey. eg havi ein trupulleika og tað er, at eg altíð verði soo ræðuliga kedd, tá ið tvær vinkonur hjá mær eru saman og hava tað stuttligt. Eg veit ikki, um eg verði jaloux, ella hvat tað er, men pliss gev mær okkurt ráð? eg eri næstan um at gráta. Eg klári onkantíð, at tær eru saman einsamallar :( eg vil ikki vera so ímóti teimum, eg vil vera glað fyri tað, men tað eri eg bara slett ikki ??!

Svar:

Hey góða genta, takk fyri títt bræv! Tað er óført av tær at skriva um tær kenslur, tú hevur mótvegis tínum vinkonum. Kenslan “jaloux” er ein líka umráðandi kensla, sum tað at vera glað ella kedd. Tað at verða jaloux er ein vanlig kensla, sum ein følir, tá ein eisini vil verða partur av vinarlagnum. Men hendan kenslan er sera óbehagelig, og tí vóni eg at tú ikki fert at hava tað soleiðis alt for leingi.

Tú sigur, at tú vilt vera glað teirra vegna. Eg vil ráða tær til at tosa pent við tínar vinkonur, so kundi tað hugsast at tær eisini verða soleiðis yvirfyri tær. Eisini kanst tú seta tær sjálvum spurningin, hvat TÚ kanst gera fyri at fáa tað sama forholdið, sum tínar vinkonur hava sína millum?
Viðhvørt hendir tað millum gentur á tínum aldri, at man verður útifrystur. Nù veit eg ikki, um tú upplivir hetta, at tú kennir teg uttanfyri? Men minst til, at hetta nýtist ikki vera tí at tað er nakað galið við tær! Tvørturímóti, so kann hetta eisini vera tí at gentur á tínum aldri, viðhvørt ikki duga so væl at vera í einum vinkonubólki við 3 gentum.

Men sum sagt, so kanst tú hugsa um hvat tú kanst gera fyri at broyta hesa støðuna. T.d við at taka stig til at gera okkurt saman við hesum gentunum, so at tit gera okkurt saman allar tríggjar, ella at tú tekur stig til at gera okkurt saman við onkrum øðrum, sum tú dámar at vera saman við.

Góða eydnu! Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara á tlf. 116 111, ella at kjatta við okkum!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin