Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr
GENTA
Spurningur:
Hey! Ætlaði bara at spyrja: Tá man fer í song saman......skal gentan raka øll hárini av skrevinum? Hvat dáma dreingir. Við ella uttan hár?
Svar:
Hey GENTA
Tað er avgjørt ikki neyðugt at raka kynshárini av áðrenn man fer í song saman? Vit hava hár á kynslutunum millum annað sum verju, tí kynslutinir eru sárbærir.
Tað at raka sær, er nakað sum kanska er nógv frammi nú, og nøkur raka sær tí tey hava hug til tað, summi altíð og onnur onkuntíð, men tað er avgjørt ikki øll sum gera tað, ella dáma tað.
Tú spyr hvat dreingjum dáma? Tað er kanska líka so ymiskt sum hvat gentum dáma .
Hvat dámar tær? Tí tað sum er sera týdningarmikið í hesum sambandi er, at tú gert tað sum tú hevur hug til.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin