Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

Genta

Spurningur:

HallóWée!:D Eg eri nokso kraftiga bygd, havi fingið boppur og alt ... Eg eri 163 og vigi 48 kg. Er  tað ov nógv? Og nú sigur mamma at eg ikki skal tapa meg meir. . . Men eg veit jú ikki um eg eri for feit ella um mamma bara sigur so fyri ikki at sára meg. .? Pliiz svara skjótt aftur? ! <3

Svar:

Takk fyri brævið! Tað er deiligt at tú hevur tikið stig til at skriva inn til okkara. Tú kanst vera heilt rólig, tí at tú ert als ikki ov feit.:) Tú kanst róligt taka 5 kilo uppá uttan nakað. Mamma tín hevur púra rætt, tá hon sigur at tú ikki skalt tapa teg meira. Tað rokni eg við at hon sigur, tí at hon hevur umsorgan fyri tær. Um tú ikki hevur álit á mær ella mammu tíni, kanst tú tosa við skúlaheilsusystrina. Tú ert vælkomin at skriva aftur ella ringja inn til rágevingina.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin