Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr
genta
Spurningur:
Heeeey ? :D eg missi nokkso nógv hár nú fyri tíðina. Kunnu tit svara mær, hvat er galið við mær ? :o b) ella hví eg missi hár ? :I
Svar:
Góða genta!
Tað er heilt vanligt at missa hár hvønn einasta dag, men um man missir hár í stórum tottum, kann tað vera at hetta er nakað tú eigur at fáa kannað hjá einum lækna. Ein frisørur kann eisini meta um hárið hjá tær hevur tað gott, so tað kanst tú spyrja hann ella hana um, næstu ferð tú fer til frisør.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin