Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr

genta

Spurningur:

Tá ið man hevur krabbamein, tá missir man hár, ha ? So um man kanska tekur og roytir í hárið, kemur so ein ordiliga stórur KLUMPUR av hári, ella koma bara tey, sum eru leys tá ? ..

Svar:

Góða genta 12 ár!
Tú spyrt um ein missir hár, tá ið ein hevur krabbamein? Tað er ógvuliga ymiskt. Í dag eru tað ikki øll, ið eru undir krabbameinsviðgerð, ið missa hárið. Og um tey missa hárið, so er eisini ymiskt, hvussu tey missa hárið. Onkur missir tað so við og við, meðan tað kann ganga skjótari hjá onkrum øðrum. Tað er ikki av krabbameinssjúkuni, at ein missir hár, men tað er av viðgerðini, at ein missir hár.

Nú veit eg ikki, um tú spyrt fyri teg sjálvan, ella onkran annan?? Um tað er tú sjálv ið missir hár, so kanst tú altíð fara til læknan, sum kanska kann svara tínum spurningum.

Hetta er eitt stutt svar, men spurningurin er eisini stuttur. Tú ert vælkomin at skriva aftur og útgreina eitt sindur meira. Øll kunnu missa hár í tíðarskeiðum, men tað kunnu eisini verða nógvar og ymiskar orsøkir til tað!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin