Hey, tú ið verður happað yvir grensuna!
Takk fyri, at tú hevur vent tær okkara við tínum stóra trupulleika, ið heilt víst er farin langt yvir grensuna! Happing fer altíð yvir grensuna hjá teimum, ið verða happað, og nú skal tað steðgast. Tú hevur fingið so stórar trupulleikar orsakað av trýstinum, ið er á tær, og nú verður tú noydd til at lata tey vaksnu taka ábyrgdina av at hjálpa tær. Tú hevur einki at tapa, men nógv at vinna. Tað verður bara betri, og kann ikki blíva verri, um tú biður onnur hjálpa tær. Eg veit ikki, hvønn tú hevur tosað við um trupulleikan higartil, men tað ljóðar ikki sum um at nakar er har og hjálpir tær. Tað er ógvuliga skaðiligt fyri bæði kroppin og sálina hjá tær, at dreingjanna ringa viðferð nú eisini ávirkar teg soleiðis, at tú ert byrjað at revsa teg sjálva við ikki at eta, skera í teg sjálva og hava sjálvmorðstankar. Tað hevur tú ikki uppiborið, tí tú hevur einki skeivt gjørt, sum tú sjálv sigur. Tú ert ávirkað so negativt av tí, ið teir siga og gera mótvegis tær, at tað ávirkar títt sjálvsálit, órógvar tínar tankar og bindindi. Tínar reaktiónir eru púra vanligar, tá tú verður so illa og javnan happað. Tað eru tey flestu, ið hava uppliva grova happing, helst samd um.
Vælsignaða far til antin heilsufrøðingin í skúlanum ella ein góðan lærara, um tú ikki fært stuðul frá tínum foreldrum, sum fyrst og fremst hava ábyrgd av, at tú hevur tað gott. Tey hava skyldu at hjálpa tær og skulu finna út av, saman við tær, hvussu tú fært eina góða skúlatíð, ta seinastu tíðina, ið tú hevur eftir av skúlatíðini. Tú kanst eisini venda tær til tín lækna, um tú hevur gott samband við hann.
Tað er umráðandi, at tú kanst læra og trívast, og at tú hevur dirvi at fara í gongd við aðrar avbjóðingar í lívinum, t.d. at fara á eftirskúla, í arbeiði, í miðnámsskúla ella í læru. Møguliga er besta loysnin at tú skiftir skúla, at tú fert á eftirskúla ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum ikki má fáa loyvi at halda áfram, er happingin. Um tú heldur tað vera trupult at siga við ein vaksnan, kanst tú senda viðkomandi eitt teldubræv. Tú kanst altíð kjatta ella ringja til okkara, um tú vilt hava meira hjálp.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin