Search
Close this search box.
Hey! Eg havi eitt problem við einum drongi. Eg elski hann bara so nógv. Eg vil bara ganga saman við honum. Men hann dámar eina arða gentu. Sig hvat eg skal gera fyri at hann skal dáma meg.

Hey góða forelskaða genta!
Hetta er ein tungur trupulleiki, sum eg so fegin vil hjálpa tær at loysa, men tað er eitt sindur torført. Tí samstundis sum tað at vera forelskað kann vera tað allarbesta í allari verðini, ja so kann tað eisini vera orduliga øv, um tann tú ert forelskað í, eisini dámar eina aðra gentu. Tí er tað so, at hasin drongurin dámar eina arða gentu so skal hann fáa loyvi til tað, so er ikki so smart at fara ímillim har. Eg kann ikki precis siga, hvat ið tú kanst gera, fyri at hann skal dáma teg.  Men, eitt sum næstan altíð riggar er at vera náttúrlig, erlig og stuttlig. Og um tað ikki riggar við honum tú elskar júst nú, ja so vænti eg, at tað riggar við einum øðrum. Heimurin er nemliga – tíbetur – fullur av fittum12 ára gomlum sjeikum.

Góða eyðnu
Tú & Eg Ráðgevinging

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…