Search
Close this search box.
Hey ráðgevin!
Eg havi ein trupulleika í kærleikslívinum.
Ikki fyrr en seinasta summar føldi eg tað veruliga sum um eg fekk kærleika aftur frá einum dreingi. Trupulleikin er bara tann, at hann særdi meg rættiliga illa, so nú havi eg rættiliga ringt við at stóla upp á dreingir tá tað kemur til kærleika. Eg havi tað fínt við dreingjavinum, men so skjótt tað verður meira enn tað, verði eg bangin.
Í seinastuni havi eg so meira ella minni gingið saman við einum drongi sum er líka gamal sum eg. Hann er ordiliga góður við meg og forelskaður, men eg havi bara ikki heilt tær somu kenslurnar fyri honum. Eg føli ikki at tað kitlar í búkinum sum tað gjørdi yvirfyri hinum dronginum frá í summar av. Tó havi eg bara fylgt við í “streyminum” og latist sum um eg eri líka góð við hann, tí eg eri góð við hann, eg eri bara ikki so forelskað sum eg havi verið.
Tað ringasta er tó at í loyndum havi eg gjørt mær tankar har eg eri eg eri saman við besta vinmanni hansara. Eg royni at fáa teir at halda uppat, men tað kenst gott at droyma um hann. Eg havi altíð dagdroymt so leingi eg minnist. Og í seinastuni havi eg bara billað mær sjálvari inn at hann sikkuert er skítibýttur, men tað er so ringt tá eg eri í sama rúmi sum teir báðir.
Hvat skal eg gera? Eg vil allarhelst sleppa undan at særa nakran, og eg eri veruliga góð við “sjeikin” hjá mær.
Vónandi fært tú hjálpt mær nokkso skjótt.
Takk fyri eina super heimasíðu.

Hey Genta í Dilemma
Tú hevur verið noydd at bíða eftir svari nokkso leingi, og tað mást tú orsaka.

Eg skal royna at svara tær so gott eg kann – eg skilji væl at tú upplivur støðuna trupla.
Tað er gott at vera forelskaður, og líka so gott tað kennist tá man hevur tað ordiliga gott, líka so ringt kennist tað um man verður svikin. Tú skrivar at tú bleiv svikin og kendi teg særdan, og sum tú sjálv sigur, kann tað vera ringt at stóla uppá nakran aftur og tú gert bangin. Tú ert kanska bangin fyri at missa aftur? Tað er ikki so løgið, tá hann hevur sært teg so nogv.

Uppá ein máta kann man siga, at man risikerar nakað við at verða góður við ein annan !!!  Man risikerar nemliga at missa, og verða keddur um ikki at sleppa at vera góð við hann longur, tí hann vil ikki móttaka tín kærleika. Eg giti tað kann hava verið so hjá tær. Men um man ikki torir at elska, so missur man kanska okkurt eisini, nemliga at ein annar er góður við ein!

Tú skrivar, at tú bara hevur fylgt við streyminum, og tað sær ikki út til at verða gott nokk fyri teg. Tað kann vera, at tað hevur verið ringt at gjørt nakað annað, tí tú hevur verið so bangin. Og spurningurin er hvussu leingi tú skalt gera tað? Um tú gert varug við at tað er ikki heilt ílagi við sjeikinum so mást tú næstan spyrja teg sjálvan: ”Hví eri eg saman við honum…. havi eg hug ella havi eg ikki hug”? Tað er umráðandi fyri teg at tú ert trúgv ímóti tær sjálvari. Um tú ikki hevur hug at vera saman við honum, so ert tú noydd til at siga tað, og tað er eisini ringt. Um hann er góður við teg, so kann tú næstan ikki siga tað uttan at særa hann. Tað er kanska eisini særandi at ganga saman og ikki at vera góð við hann.

At dagdroyma er deiligt, og serliga um man ikki er heilt nøgdur við ta støðuna man er í, so kann tað verða gott at flýggja inn í ein góðan dreym…. halt tú bara áfram við tí. Tað er jú ikki víst at dreymirnir skullu blíva verðuleiki. Og tað eru jú bara dagdreymar. Tað hendir einki við tí.

Alt tað besta.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…