Search
Close this search box.
Kann man fara í song uttan at hava fingið menstratión ? :I

Góða tú, sum ert forvitin!
Spurningurin, sum tú setir mær, er eitt sindur fløktur at svara, men eg vil geva tær eitt so greitt svar sum gjørligt
Fyri tað fyrsta er ikki loyvt at hava kynsliga samveru áðrenn ein er 15 ár.
Kroppurin gevur boð um, at gentan er um at gerast kynsbúgvin, tá hon fær mánasjúku fyrstu ferð. Summar gentur eru nógv yngri enn 15 ár, tá tær fyrstu ferð fáa mánasjúku.
Tað at hava kynsliga samveru við ein annan, førir við sær, at gentan kann gerast við barn og tað førir aftur eina stóra ábyrgd við sær.
Tú skrivar, at tú ert forvitin, og tí er gott, at tú kannar hetta evnið.
Tú kanst lesa meira um mánasjúku og kynslív inni á hesi somu heimasíðu.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…