Search
Close this search box.
Hey eg gangi í 4. flokki, og tað eru nakrir dreingir sum altíð geva mær skyldina fyri ALT og okkara lærari sigur at um man happar skal man skifta flokk, so tað følist sum at teir vilja hava meg úr flokkinum.
Fyrr hevði eg tað super gott í flokkinum men nú havi eg tað forferdeligt.
Eg hopi at tit kunnu hjálpa mær.

Góða “Genta sum vil hava hjálp”
Tað er gott at tú skrivar inn til okkum. Eg skilji væl, at tú hevur tað ringt, tá onkrir dreingir
geva tær skuldina fyri ymiskt, og eg giti at tú ert bangin fyri at lærarin heldur, at tað er tú sum happar.

Eg vil ráða tær til at tosa við onkran vaksnan um hvussu tú hevur tað, til dømis foreldrini hjá tær. Vónandi kunnu tey síðani tosa við læraran, so at lærarin kann gera okkurt við hendan trupulleikan. Tað er jú sera umráðandi at tú trívist í flokkinum, og at tú hevur tað gott tá tú ert í skúla.

Eg vóni, at tú skjótt fært tað gott í flokkinum aftur.
Tú ert altíð vælkomin at ringja til ráðgevingina, so at vit kunnu tosa meira við teg um trupulleikan.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…