Veit at hettar ljóðar býtt men, ætlaði at spyrja um tit vistu hví mínar varrar altíð eri so reyðar. Altso tær eru ikki sum hjá hinum. Hini hava sovornar penar ljósareyðar varrar.

Góða Genta
Vit menniskju eru øll sera ymisk og tað eru okkara varrar eisini. Varrarnar finnast í fleiri skapum og litum, summar varrar eru meira reyðar og aðrar eru heldur ljósareyðar á at líta. So leingi sum tínar varrar ikki eru turrar, men heldur eru fuktigar á ein nátúrligan hátt, so vil eg siga at tær eru sunnar og penar. Og hinvegn so hugsi eg eisini at tað kann vera nakað serligt at hava flottar reyðar varrar, tað kann vera pent og nakað fólk leggja til merkis.

Alt tað besta.
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg