Spurnarkassin: Genta, 11 ár spyr

Gentan

Spurningur:

Hey! Fyrst vil eg bara takka fyri ein suuuuper brævkassa (: Men mítt problem er at eg blívi næstan altíð reyð í høvdinum tá ið eg blívi flóv ella fái nógva uppmerksomheit. Tað er orduliga irriterandi, tí at øll siga tað við meg. Og tá blívi eg uppaftur reyðari. Hvat er grundin til tað? Hopi bara at eg fái svar.

Svar:

Góða Genta
Tað er ikki serliga stuttligt at vera tann ið rodnar illa.Tað eru nógv, ið halda tað vera sera sjarmerandi at rodna. Altso at tann, ið rodnar, er sera sjarmerandi. Nógv halda, at tað sær fitt og stuttligt út at síggja ein, ið rodnar. Men tað heldur tann, ið rodnar ikki.

Blóðið verður trýst upp í høvdið, tá ið ein rodnar. Tað fer upp í høvdið, tí at ein knýtir seg og andar á ein yvirfladiskan hátt. Tað hjálpir at anda djúpt og at slappa av.
Tú sigur, at tú rodnar enn meira, tá ið hini siga tað við teg. Um tú sigur við teg sjálva,” Okay, eg rodni og hvat so? “, fer trupulleikin møguliga at minka. Tað tykist sum um at meira tilvita tú ert um rodningina, jú meira rodnar tú. Tess meira irriterandi tú heldur tað vera, tess meira rodnar tú. Tí hevði tað møguliga hjálpt, um tú góðtókst, at tú rodnar. Um tú ikki sært rodningina sum ein trupulleika, men sum ein part av tær, fer rodningin møgliga at minka heilt nógv, tí at tú fert at slappa av. Tú kanst eisini seta orð á rodningina. Tá ið tað til dømis er ein støða í flokkinum har ið tú veist at tú fert at rodan, kanst tú siga við hini: “Ja eg veit væl at eg nú fari at rodna, men tað eg vil siga er at….”. Soleiðis setur tú orð á tað tú følir og tá man setur orð á tingini kann tað gera at tey vera minni farlig og harvið, sum í tínum føri, minni flóvislig og nakað man gott kann tosa hart um.

Hopi hetta fer at hjálpa tær. Alt tað besta.
Tú & Eg Ráðgevingin