Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
Gentan
Spurningur:
HEY Eg spæli violin, men eg vil heldur læra at syngja, og eg hati violin, men mamma mín elskar tað. Hvussu skal eg siga tað?????
Svar:
Hey ‘Gentan’!
Sum eg skilji á tær, so spælir tú violin, og tað dámar mammu tíni væl, tí hon elskar violin.
Tú sigur, at tú hatar violin, so tað má vera irriterandi hjá tær at føla teg noyddan at spæla og venja, tá tú ikki hevur hug til tað.
Tú sigur, at tú heldur vilt læra at syngja, og tað er eisini í lagi. Tú hevur rætt at siga við mammu tína, at tú heldur vilt læra at syngja enn at spæla violin.
Tín spurningur er, hvussu tú skalt siga tað við hana.
Eg veit ikki, hvussu gongst hjá tykkum báðum at tosa saman, men kanska kanst tú finna eina løtu, sum er góð. Tað kann vera, tá tit hava frið og møguleika at práta.
Um tú ikki megnar at siga tað við hana, kanst tú so skriva tað til hana, ella kann onkur annar hjálpa tær at tosa við hana? Eg vóni, at tit finna eina loysn, sum tú verður glað fyri.
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin