Spurnarkassin: Genta, 16 ár spyr
Gentan
Spurningur:
Hey! Eg eri ein genta, sum er 16, verði skjótt 17. Eg havi nakrar spurningar viðvíkjandi p-bollar, av tí at eg í langa tíð, ella faktisk so leingi eg minnist, havi havt øgiliga ringar menstruatións pínir hvørjaferð eg skal til at hava hana, við hvørt eina heila viku áðrenn, og teir fyrstu 3 dagarnar eg havi hana. Eg taki altíð nógvar pínustillandi tá, og eg haldi sjálvdan at tað hjálpir meir enn nakrir fáir tímar, og so havi eg aftur akkurát líka ilt sum áðrenn. Tí havi eg umhugsað at byrja uppá p-bollar. Eg havi nógvar vinkonur sum eru uppá p-bollar, sum siga at tað hjálpur nógv uppá pínuna, um eg velji p-bollar sum hava tað effekt at dempa pínuna. Eg havi tosað aftur og fram við mammu um tað, men hon veit ikki um hon heldur p-bollar vera loysnina, men eg orki bara ikki fyri pínuna meira. Og so var tað eg hugsaði: Skal man hava undirskrift frá foreldrunum fyri at kunna fáa p-bollar? Ella kann eg bara fara til læknan og biðja um eina læknaváttan? Eg havi eisini ein sjeik, og tað er hent oftari enn so at vit hava verið saman uttan hít, so tí haldi eg eisini tað hevði verið smart at taka teir.. Men so er tað aftur hatta við hormonum og sovorði, eg havi fyrr havt ræðuliga nógvar humørsvingningar, og er tað ikki ein av "bivirkningunum" um sum koma fyri tá ið man tekur p-bollar? Vóni at tit kunnu svara mær uppá hetta!
Svar:
Hey hey og takk fyri brævið!
Tú hevur rætt til at fara til tín lækna einsamøll, tá tað snýr seg um fyribyrging og fáa resept uppá p-bollar. Læknin hevur tagnarskyldu. Ung , sum eru 15 ár og eldri hava henda rættin.
Tó vil eg siga, tað er altíð best, um foreldrini vita um tína støðu, at tit hava tosað um tað. Tú ynskir p-bollar bæði fyri at fáa tað betur í undirlívinum og sum fyribyrging , tí tú fert í song við sjeikinum hjá tær. Tað eru tvær sera góðar orsøkir til at taka p-bollar, so foreldrini áttu at stuðlað tær í hesum. Tað er ikki gott fyri undirlívið at hava so nógva menstruations pínu, og tað kann ávirka undirlívið, so at tað verður verri einaferð at gerast við barn. (kann fremja eina sjúku, ið kallast endometriosa) Til ungar gentur gevur læknin vanliga lágdosis p-bollar og tá er sjáldan, at viðgerðin ávirkar sinnið ella vektina. Ein eigur at royna við p-bollum í 3 mðr. og so fara til læknan aftur, áðrenn teir eru uppi, og tá kunnu tit tosa um, hvussu gongst. Um tað so eru hjáárin, kann læknin geva eitt annað merki í p-bollum. Skilagóðir spurningar, ið tú kemur við. Vónandi kunnu svarini hjálpa tær.
Heilsan Tú & Eg Ráðgevingin