Góða genta!
Tú sigur at tú hevði ynskt at tú var ein vanlig genta. Eitt er at tú ikki kennir teg sum eina vanliga gentu, men eitt er heilt vist, og tað er at tað er sera vanligt at hava tað sum tú hevur tað. Eg eri vís í, at nógvar gentur á tínum aldri, hava júst somu tankar sum tú, og eisini eru ónøgdar við hvussu tær síggja út. Tú ert í byrjanini av pubertetinum, og tí fara nógvar broytingar fram í kroppinum. Kroppurin vaksur og búnast, hormon produktiónin økist, og ger at kenslurnar kunnu svinga nógv, og tað tekur tíð at venja seg til hesar broytingar, og til hvussu kroppurin hjá einum sær út.
Tú nevnir sjálv nøkur viðurskiftir sum hava týdning fyri teg, at tú hevur nógvar vinir og er ikki ópopuler. Tað er so ótrúliga týdningarmikið at hava góðar vinir sum tú kanst tosa um alt við, eisini tá tú hevur tað keðiligt og ert ónøgd. Góðir vinir eru har fyri hvønn annan, óansæð hvussu ein sær út. Tað er eisini sera positivt at tú ikki er smæðin, tí tað er fantastiskt at tora at siga sína hugsan, eisini um hini ikki halda akkurát tað sama.
Viðvíkjandi svimjing so er tað óheppið at tú noyðist at skulka hvørja ferð, møguliga kundi tú tosa við svimjilæraran um støðuna hjá tær, fortel læraranum hvussu tú hevur tað við tær sjálvari. Um hetta ikki akkurát er tað rætta, so kundi tú onkuntíð farið at svimja sjálv ella við eini vinkonu og á tann hátt royna at vinna á tíni ónøgd. Tað kann vera trupult, men tað er umráðandi at viðurkenna sín kropp sum hann nú einaferð er.
Inni á slóðini Eg & Lívið kanst tú lesa meir um kynsbúning og annað.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin