Góða genta, ið er bangin fyri lívinum!
Tað er gott, at tú hevur gjørt av, at fortelja um títt problem, og eisini sera djarvt av tær!!
Tað sum tú hevur verið úti fyri, er sera álvarsamt, og tú skalt ikki standa einsamøll við hesum trupulleikanum.
Tá tú sigur, at abbi tín hevur misnýtt teg í fleiri ár, gangi eg út frá, at tú meinar, at hann hevur misnýtt teg kynsliga. Fyri tað fyrsta hevur abbi tín als ikki loyvi at misnýta teg kynsliga. Eingin hevur loyvi at misnýta nakran annan kynsliga, og tað er grovt lógarbrot… serliga tá talan er um vaksin, sum gera seg inn á børn.
Serliga ringt er tað hjá tær, tí tað er abbi tín, sum misnýtir teg. Tað ger tað verri hjá tær at verja teg ímóti honum, tí tú ert helst noydd at vera saman við honum viðhvørt. Tú torir ikki at siga tað við tíni foreldur, tí tú ert bangin fyri, hvussu tey fara at reagera. Eg skilji væl, at tú ert bangin fyri at siga tað við tína nærmastu familju, tí tey eru helst tætt knýtt kensluliga við abba tín.
Tað er nokk betri at siga tað við onkran annan vaksnan, sum tú veitst vil hjálpa tær. Royn at hugsa teg væl um, hvønn vaksnan persón tú kundi fortalt tað fyri. Tá tú so ert komin í tankar um onkran vaksnan tú kanst fortelja tað fyri, so skalt tú ikki bíða við at siga tað, men fortelja tað skjótast gjørligt.
Tað er neyðugt, at tíni foreldur fáa tað at vita, men tað er helst best, at tað eru onnur vaksin, sum taka ábyrgd av at siga tað við tey. Tú skalt royna at hugsa um teg sjálva, og hvussu tú kanst verja teg móti misnýtsluni. Tíni foreldur eru vaksin og tey hava ábyrgdina av, at tú hevur tað gott.
Um tú fert inn á teigin Eg & Lívið á hesi heimasíðuni, kanst tú lesa meira um kynsligan ágang, og eisini um, hvussu tú kanst fáa hjálp.
Tað eru eisini onnur ting, sum plága teg. Tað er ein vinkona, sum baktalar teg og kann fáa øll at hata teg. Eitt tú kundi roynt, er at flyta teg burtur frá henni, og at vera meira saman við øðrum vinkonum, sum tú ert glað fyri at vera saman við, og sum ikki gera teg kedda.
Tú ert hjartaliga vælkomin at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina, sum svarar mánadagar og hósdagar kl 14-22 á tlf 116 111. Vit vilja fegin hjálpa tær.
Tú kanst altíð skriva aftur, um tú vilt.
Alt tað besta!
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin