Search
Close this search box.
Hey, barnabati.fo ;) Takk fyri ein super brævkassa. Hann hjálpir nóógv! Men so til mín spurning. Í gjár var eg til lækna fyri at fáa eina undirlívskanning (eg var í iva um eg hevði eina kynssjúku) og tá læknin fann útav, at eg bert var 14 ár, byrjaði hon at skelda meg og ávara meg um, at hettar var kriminelt, at eg hevði verið í song við sjeikinum hjá mær, og at hon, um hon ikki hevði havt tagnaðarskyldu, hevði meldað meg, og at eg var alt, alt ov ung, o.s.fr. Eg bleiv milt sagt, rasandi av hesum! Altso, sleppur hon at skelda meg upp á handan mátan?! Eigur hon ikki bara at vera skiljandi og hjálpa mær? Hon var virkuliga langt úti.

Góða genta, sum ikki vilt fara til handan læknan aftur
Læknin hevur nokk skyldu til at upplýsa teg um, at tað ikki er loyvt at fara í song við nøkrum tá ið man er undir 15 ár. Men at upplýsa er ikki tað sama sum at skelda. Tað er sjálvandi ikki rætt av henni, at hon skeldar teg út og næstan hóttir við at melda teg. Hon átti nógv heldur at róst tær fyri, at tú ert so mikið sjálvstøðug, at tú fert til lækna fyri at fáa undirlívskanning. Tað sigur mær, at tú ert ein búgvin genta, sum tekur ábyrgd av tí, tú gert, og sjálvandi átti hon at verið skiljandi og hjálpt tær. Eg skilji væl, at tú verður rasandi av at hon heldur seg kunna fara soleiðis við tær, og vit mugu hopa, at hatta er eitt eindømi, og at tú ikki kemur út fyri tí aftur. Tað ber til at skifta lækna, og tað haldi eg at tú átti at gjørt, eftirsum tú jú mást hava ein lækna, og ikki ætlar tær til hasa aftur. Summir av læknunum eru so upptiknir, at teir ikki taka ímóti fleiri sjúklingum. Men onkur annar man vera til taks, enn handan daman, tú hevur verið hjá. Men tá hetta er sagt, so er tað eisini okkurt við at tá tú bert er 14 ár so kemur tú undir foreldrini hjá tær, tað vil siga, at tú hevur sama lækna sum tey. Men ring til Sjúkrakassan, og spyr, hvussu tú kanst skifta lækna, hvis tú kanst og hevur hug til tað? Tað er tlf.nr. 309500
Um tú ikki kanst skifta lækna, ella okkurt annað hendir, haldi eg at tú átti at tikið eitt prát við læknan hjá tær, kanska saman við mammu ella pápa tínum, har kanst tú greiða henni frá hvussu tú upplivdi støðuna og at hatta ikki er nakað tú vilt finna teg í í framtíðini. Tað kann vera at læknin hjá tær hevur havt ein keðiligan dag handan dagin tú vart har, men hon eigur at vera so mikið at sær komin, at hon ikki letur tað ganga út yvur teg.

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…