Search
Close this search box.
Hey barnabati.fo ;) Super heimasíða, fyrst og fremst. Men annars, so er tað tað at eg eri 14 ár og havi ein sjeik, sum eg havi verið í song saman við. Eg eri ikki við barn ella nakað, men tað hendir rættuliga ofta nú fyri tíðina at eg fái so øgiliga ilt har nirði! Eg fái slettis ikki sett meg niður ella flutt meg tá ið tað hendir. Tað er ordiliga vemmiligt. Hevur tað nakað við tað at gera at eg havi verið í song saman við honum? Er tað normalt?

Góða genta!
Takk fyri rósandi orð og tað er deiligt at tú ert glað fyri okkara heimasíðu.

Tú hevur ilt har nirði, og fært slettis ikki flutt – ella sett teg, tá ið pínan kemur. Tað at tú hevur verið í song við sjeikinum eigir vanliga ikki at geva nakra pínu aftaná, soleiðis sum tú greiðir frá her. Tí ljóðar hetta eitt sindur løgi, og burdi tú kanna hetta nærri, um nú hendan pínan heldur áfram at verða har. Og sum tú spyrt í endanum á brævinum, so er hetta ikki “normalt”. Tað kann verða at onkur bruni er komin í og tað kann so gera at tú hevur ilt. Um so er, so skalt tú hava heilivág frá lækna. Tú kanst hugsa um nær hetta kemur? Er tað bert aftaná tit hava verið í song saman ella er tað eisini aðrar tíðir? Men eg vil ráða tær til entin at kontakta lænkan hjá tær ella heilsusystrina á skúlanum, tí tað er ikki rætt at ganga við tílíkari pínu í longri tíð.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…