Search
Close this search box.
Hey! Eg havi verið í song vid einum dreingi. Vit eru saman, men hann er so sjálvgladur, eg ivist í um hann er gjeikari. Altso, vit eru gott nokk saman, men han nítir ikki tá ið vit eru í song saman, hann vil ikki mussast tá vit eru aleina, bara tá ið onnur eru har. Han tekur gay-aktig bíløt, hann ger hár hjá ørum gentum, hann klemmar aðrir dreingir, hann fleyðar sær sjálvum, hann hyggur eftir murtinum hjá øðrum dreingum. Eg ivist ikki í at hann er gay, tað ger meg soo kedda´. Tí eg veit, at hann er gay, tá ið vit eru saman og aleinaður inni so fer han inná eina porno heimasíðu at hyggja eftr dreiggjum í mogga. Eg vil ikke missa hann! Eg elski hann! Eg eri soo góð vid hann,og eg ivist ikki í, at hann ger ta liðugt skjótt við meg. Hvat skal eg gera? Eg fái ikke arbeitt í skúlanum, tí at tankarnir flúgva runt og runt og aftur runt, og tú skal ikki biða meg tosa við hann! Eg havi spurt hann og hann sigur at tað ikki rakar meg. HJÁÁÁÁLP !:'(

Góða Genta!
Alt sum tú greiðir frá í brævinum um hvussu hann er og hvat hann ger, styrkir tína niðurstøðu um, at hann kynsliga er til mannfólk, tað vil siga samkyndur.
Tú hevur trupulleikar av, at hann ikki vil viðganga tað, tá tú spyrt hann. Kanska er hann ikki klárur sjálvur at viðganga tað?? Og kanska er tað torført hjá honum, at hoyra hetta frá tær?? Hóast tað, so haldi eg ikki, at hann skal svar tær soleiðis aftur.
Hetta órógvar teg í skúlanum. Allir tankarnir fara at mala. Tú vilt ikki missa hann, men innast inni veitst tú longu, hvønn veg tað ber. Tú mást gera tær greitt, hóast tað kann vera ringt, at er hann samkyndur, so er hann samkyndur, og tað kanst tú ikki broyta. Men tað kann eisini vera, at hann hevur eitt tíðarskeið nú, har hann heldur, at mannfólk eru spennandi, tað er als ikki vist, at hann um 10 ár livir sum samkyndur og onkursvegna mást tú bara góðtaka, at soleiðis er tað.
Tað er sjálvandi ikki lætt, tá ið tú ert so góð við hann, men um hann er samkyndur, ella hvat hann nú er, so verður hvørgin av tykkum eydnusamur, um tit vera verandi saman soleiðis sum tað er nú. Tú skalt eisini hugsa um, hvar tíni mørk ganga, og hvat tú kanst loyva tær at finna teg í. Tað er ógvuliga umráðandi, at tú lærir teg sjálva at seta mørk á hesum økinum. Hvat finnur tú teg í og hvat finnur tú teg ikki í. Hvat heldur tú er gott og deiligt og hvat kanst tú ikki góðtaka.
Og hinvegin, so mást tú eisini virða, at hann er soleiðis, sum hann er. Tað tekur sjálvandi sína tíð at góðtaka hjá tær, og tú verður noydd at siga við hann, hvussu tú hevur tað við tykkum báðum og tykkara forholdi. Støðan hjá tær er trupul, og um tú hevur tørv á at fáa stuðul og seta fleiri orð á tínar kenslur, kanst tú altíð venda tær aftur til Tú & Eg Ráðgevingina, har tú eisini kanst kjatta ella tosa við okkum.

Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…