Góði tú!
Tað er deiligt, at tær dámar heimasíðuna:-)
Eg fái tíverri ikki svarað tínum spurningi nøktandi. Tað er sannlíkt, at hvítu plettarnir tú hevur eru feittkirtlar, ið eiga at verða har. Men tað er tó umráðandi at fáa greiðu á hvaðani plettarnir koma, so tú kannst verða vísur í at alt er í lagi.
Frægast hevði verið, um tú kundi spurt pápa tín ella onkran annan vaksnan, sum tú kanst tosa við, um tey kenna til slíkar plettar. Tær nýtisti ikki nevna nakað um at tú fleygar tær, tí plettarnir hava neyvan nakað við tað at gera.
Tú kanst eisini fara beina leið til skúlasjúkrarøktina ella til tín egna lækna. Tú kanst sjálvur ringja til læknan og biða um tíð, uttan at foreldrini skulu við. Tú skal bara siga at tú hevur nakrar spurningar til læknan, tá tú ringir. Tú kanst verða púra róligur, læknin er vanur við slíkt og heldur tað ikki verða flóvisligt og har fært tú mestsum tað bestu frágreiðingina.
Bestu heilsur