hey :)
eg gangi í skúla, og havi trupult við at tosa við nakran í skúlanum. Eg føli sum at tey flestu, ið eg royni at tosa við hava okkurt í móti mær og gera altíð gjøldur burturúr mær. Eg hevði nøkur vinfólk ið vendu mær bakið, og spottaðu meg út frammanfyri allan flokkin. Eg føldi eg kundi lýta á hesar floksfelagir, men tað vísti seg at ikki vera soleiðis.
Eg tímdi ikki at vera vinir við floksfelagir, ið gera gjøldur burturúr mær og spotta meg, og valdi tí stillisliga at draga meg burturúr vinarlagnum. Eg segði teimum at eg helt ikki hetta vera okay, men aftursvarið var einki og tey blivu við.
Nú siti eg fyri tað mesta fyri meg sjálva í skúlanum, og tá tað er fríkorter, er tað ringast. Eg tími illa at vera ein partur av tí sum gongur fyri seg í flokslokalinum, tí tað endar sum sagt galið, so velji heldur at sita og gera skúlating allatíð. Bæði í skúlanum og heima. Eg føli at eg geri so nógv skúlating, at eg eri altíð so væl við í skúlanum, nærum FOR væl við. Tá tað skulu gerast bólkar, vilja øll vera parti við mær, men hetta er tí tey vænta at eg fari at gera alt arbeiði fyri tey, og soleiðis endar tað oftani eisini við. Men tá eg síðani spyrji um hjálp við til dømis rokning, so vil eingin hjálpa mær – siga einans “dugir tú ikki hatta??” og ganga síðani avstað. Eg havi roynt og hjálp fólki har eg kann, fyri at vísa at eg ikki eri ein forferduligur persónur. Men haldi at fólk hava baktalað meg so illa, at eingin vil vera nærnámin mær. Tá vit vóru á floksferð, fóru tey øll út, uttan eg. Eg sat eftir, og eingin hevði bjóða mær við. Eg visti ikki hvat eg skuldi gera, og tá var tað tí eingin vildi hava meg við :(
Eg havi tosað við ein vinmann uttanfyri skúlan um hetta og hann heldur at hetta sera keðiligt og stuðlar mær í øllum. Men skúlin er ein so stórur partur av mínum dagliga degi, at hetta er ein keðilig støða at standa í. Eg verið liðug við skúla í ár, og óttist fyri alt sum er fyri framman, tí tá eru nógvar veitslur at fara í, millum annað mína egnu. Eg eri bangin fyri at eingin tímir at møta upp, og fólk fara at undrast á hví so er
fáa tit hjálp mær?
Hey
Takk fyri brævið 🙂
Eg lesi meg fram til at tú ger tað rætta, men tú verður ikki møtt á ein jaligan hátt. Tú hjálpir tínum flokksfeløgum. Sjálvt um, tey ikki bjóða tær við og ikki behandla teg ordiligt. Tað er stórt, at tú er so fitt og skilagóð! Forrestin, so er tað einki sum eitur, at vera ov fyrireikað, so leingi tú tímur. Tað er altíð gott at hava eitt eyka ess í ermuni.
Vit sum menniskju hava tørv á at vera saman við øðrum menniskjum. Samstundis hevur tað eisini týdning at brúka tíð saman við menniskjum, sum hjálpa einum frameftir. Menniskju, sum inspirera teg við teirra hugsanum og dreymum.
Visti tú av, at tað faktist eru tríggir bólkar? Menniskju sum inspirera, menniskju sum eru sama stað og menniskju sum ikki inspirera teg. Tú kann sjálv royna at meta um hvørjum bólki, hesi tú tosar um, eru á. Út frá hesi metan kanst tú hugsa: er hetta tað vert? Tað, sum eg meini við: kunnu tey insiprera teg og skilja teg, sum vinur tín uttan fyri skúlan ger? Síðan kanst tú hugsa um, um tú vil bjóða teimum við til tína veitslu ella ikki.
Tú er 18 ár og skjótt liðug í skúla, og so skal tú kanska á víðari lesna ella út at arbeiða. Tú er vaksin, og nakað sum er serligt við at vera vaksin er, at tú bestemmar!
Eg er keddur at hoyra um alt tú hevur uppliva. Hesar upplivingar eru frykteligar og eru ringar at gloyma. Men, tað er heilt upp til tín, hvussu nógv uppmerksemi tú vil geva hesum upplivingum. Antin situr tú føst í teimum, ella lærir tú av hesum og fer víðari.
Tú ljóðar sum eitt menniskja sum vil varðveita tað góða í tær sjálvari. Sjálvt um tú hevur uppliva at onnur eru ljót við teg. Tað er ein góður eginleiki og samstundis ein eginleiki, sum kann hjálpa tær, til at klára teg væl í lívinum. Eg eri vísur í, at tú fer at klára teg væl.
Góða eydnu 🙂
Tú & Eg Ráðgevingin