Search
Close this search box.
Hey! Eg eri sera vánalig til at møta nýggjum fólki. Uppá onkran máta geri eg altíð okkurt skeivt…ella tað haldi eg..sigi altíð okkurt brekað..Kunnu tit kanska geva mær nøkur góð ráð? Takk fyri eina góða heimasíðu!

Hey hey!
Tú ynskir góð ráð um hvussu tú verður betri til at møta nýggjum fólki. Tú ert 15 ár og tannáringur, og tí í tí aldrinum, har kenslurnar búnast. Tú skalt finna út av hvør og hvussu tú ert. Tað er ofta ein tíð, har tað er torført at halda skil á øllum tankunum og kenslunum. Eisini er tað torført at seta orð á kenslurnar. Hetta kann gera teg rættiliga ótrygga innan í tær sjálvari og eisini gera teg ótrygga, tá tú skalt møta og tosa við fólk, ið tú ikki kennir og sum ikki kenna teg. Spurningurin er, um tað bert ert  tú sjálv, sum heldur, at tú gert okkurt skeivt ella gert okkurt kiksað. Hevur nakar sagt tað við teg? Tá tú prátar við onnur, er tað eisini tey, sum tú prátar við, sum skullu luttaka og hava ábyrgd av samrøðuni. Tú ert ikki einsamøll. Ráðini,  ið vit kunnu geva tær, eru, at tú hugsar jaligt og rósar tær sjálvari, tá okkurt riggar. T.d. at tað var óført, at eg tosaði við hasi fólkini, sjálvt um eg ikki kendi tey og  ikki tordi nakað serligt at tosa við tey. Tað var kanska minni umráðandi , hvat tú segði,  tí tit prátaðu jú saman. barnabati.kinsta.cloud og lesa tað sum stendur í teiginum: tema – “eg og lívið” – “at vera tannáringur”  Um tú ynskir at tosa meira við okkum  um hetta, kanst tú kjatta ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…