Góða genta 18 ár,
Tú og sjeikurin hugsa um at gerast foreldur. Tað er ein stór ábyrgd at fáa eitt barn og broytir tykkara lív totalt, so har eru fleiri spurningar. Kunnu tit forsyrgja tykkum sjálvi, hava tit egnan bústað, hava tit útbúgving, so tað ber til at fáa annað enn ófaklært arbeiði. Hava tit lívs royndir, og eru tit nóg búgvin at uppala næsta ættarlið longu nú.
Eg vildi mælt frá, Njóti heldur tykkara ungdóm, fá tær eina góða útbúgving, lær nakað um verðina og samfelagið og blív meira búgvin og lat nøkur ár fara, so eru tit eisini meira vís í at tykkara forhold er varandi og kann klára at gerast ein familja við ábyrgd av børnum.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin