Search
Close this search box.
Argh..hví skulu vit drekka?Hví er tað kul? Hvør fekk tað trendið til Føroya? Grr, eg vil skjóta hann hana!!

Hey Grr!
Tað eru nokk fleiri við tær, sum kundu hugsað sær, at Føroyar kundu verið alkoholfríðar, men
ringt verður at skjóta tann, ið fyrstu ferð gav føroyingum rúsdrekka. Tað er ein elligamal vanióvani, sum helst verður ringur at basa.
Tað er ymiskt, hvat fólk halda um tað at drekka. Summi halda tað vera kul, men nógv eru tey, sum als ikki ynskja at drekka ella vera saman við fólki, ið drekka. Summi drekka fyri at hugna sær og verða í góðum lag. Tey, ið drekka ov nógv, halda helst ikki, at tað er kul, og tey, sum liva saman við einum, sum drekkur ov nógv, halda avgjørt ikki, at tað er kul.
Upplivingarnar eru viðhvørt so ræðandi, tá ein livir saman við einum, ið drekkur ov nógv, at ein kann fáa spíggjandi vaml ella verða rættiliga illur og keddur.
Er tað onkur rundan um teg, sum drekkur ov nógv, og sum fær teg at bliva illan?
Tú kanst lesa nógv meira um hetta evni aðrastaðni á heimasíðuni hjá okkum, og tú kanst altíð skriva aftur til okkara ella ringja á tlf. 116 111.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…