Hví skal man Ganga í SKÚLA ???

Hey Gullak!
Hatta er ein sera góður spurningur – vónandi dámar tær væl at ganga í skúla?!
Í Føroyum skulu ØLL børn ganga í skúla í 9 ár. Tað vil siga, at tú hevur RÆTT til at fáa undirvísing og foreldur tíni hava SKYLDU til at syrgja fyri, at tú fært undirvísing.
Endamálið er, at tú skal læra at lesa, skriva og rokna.
Tá tú verður vaksin, fært tú brúk fyri at duga alt hetta. T.d. tá tú skalt arbeiða, ella rokna teg fram til hvussu nógv ymiskt kostar – ella tá tú skalt skriva og lesa brøv, teldupostar ella brævkassar!
Vónandi er hetta svarið nóg gott – um tú vilt vita meir, so ert tú vælkomin at skriva afturJ

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg