Search
Close this search box.
Hey. Føli tað pínligt at koma út við sovornum, men havi sett mær fyri at royna tað. Tá eg var heilt lítil, nakað sum 8 ár ella so.. Tá byrjaði alt við at eg fór at hugsa meira um sex og tílíkt, men aftaná ikki so langa tíð so fann eg út av at eg dámdi bæði kynini. Tað byrjaði við at ein drongur fann uppá at hava sex við mær og tað dámdi mær bara væl.. Hesin drongurin var yngri enn eg, so vit hava verði ungir, men so sum tíðin líður so bleiv eg eisini forelskaður uppi í eini gentu (uml. 12-13 árs aldurin). Tað stóð so uppá í 1 ár ella so, og so bleiv tað aftur drongir, sum vóru í focus. Eg havi so havt følilsir fyri dreingjum síðani tað, og tað sum er mest pínligt er, at mær dámar ungir drongir. Vit liva í FO, og eru tað lógir, sum siga, hvat man hevur loyvi til. 1. Hvat eru reglunar tá tað kemur til ein 17 ára gamlan drong sum vil hava sex við einum sum er 14 ár? 2. Hvat eru reglunar tá tað kemur til ein 19 ára gamlan drong, sum vil hava sex við einum 14 ella 16 ára gomlum drongi? 3. Er tað revsibart, um man hevur sex við einum sum er yngri enn eg? (Um hann altso vil tað) Situaltónin er tann, at báðir vilja hava sex við hvørjum øðrum, og tað er bara aldurin. Hann er ikki yvir 18 ár.

Hey tú, ið heldur  tað vera pínligt!
Takk fyri brævið! Tað eru nakrir skilagóðir spurningar, ið tú setir okkum. Svarini kunnu  helst bæði hjálpa tær og øðrum. Tú hevur spurningar um kynsliga samveru og aldur, og tað vil eg svara tær stutt og greitt: Tað er ikki loyvt hjá einum, ið er yvir 15 ár at hava kynsliga samveru við ein, sum er undir 15 ár. Tað er tí revsivert. Tað er heldur ikki loyvt, sjálvt um báðir/bæði vilja. Kynsligi lágaldurin er 15 ár. Tað er so ymiskt, hvat vit halda vera pínligt og ikki. Um tú hevur brúk fyri at tosa við ein anonyman vaksnan um, hvussu tú hevur tað við tínum kenslum og tankum, ella um tú hevur aðrar spurningar, ert tú vælkomin antin at tosa ella kjatta við okkum.

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…