Góða halli hallo!
Takk fyri brævið! Tú og vinkonan hava verið góðar í nógv ár, og tað er gott fyri teg at hava upplivað eitt gott vinarlag við eina vinkonu í so langa tíð, men tað fær teg nú eisini at merkja, at tað er svárt, tá broytingar eru komnar í sambandinum og kenslunum millum tykkum. Ì barnaárunum hava tit havt nóg nógv í hvørji aðrari. Tit hava ivaleyst spælt og prátað væl saman og kenna soleiðis hvørja aðra væl. Tit hava verið tryggar við hvørja aðra. Tá tit nú verða eldri, verður verðin størri og tit koma nú í hóslag við fleiri og fleiri. Tit koma at hitta onnur, sum tit hvør í sær hóska væl saman við og kemur hetta ivaleyst at broyta tykkum. Tit fara at hava tørv fyri øðrum eisini. Kanska er tað tað, sum hettar snýr seg um. Vinkona tín sær, at tað eru fleiri, sum hon eisini kann verða vinkona við. Tað merkir ikki, at hon ikki er líka góð við teg enn, og at tit ikki kunnu vera líka góðar vinkonur, men meira at hon nú kann rúma fleiri. Tað er sjálvandi pínufult fyri teg, sum enn bara hevur hana. Tú kemur kanska eisini í ta støðu, at tú hittir onkran, sum tú eisini gjarna vil verða væl við. Tað merkir tó ikki, at tú og tín gamla vinkona ikki eisini kunnu vera væl. Tað, at ein onnur genta, sum tú ikki metir er ein góð vinkona, órógvar tykkara vinarlag, er serliga ringt fyri teg at góðtaka, og tað er ikki løgið men tað kann gott henda seg, at tað er gott fyri tykkum báðar, at tað koma onnur vinfólk inn í tykkara verð. Tað er gott at hava vinfólk, ið eru ymisk, tí tað kann føra við sær, at tú kanst fáa gleði av teirra ymiskleikum. T.d. kanst tú gera okkurt saman við einum vini, sum tú ikki gert saman við einum øðrum vini, og tað er í lagi.
Tú ert sjálvandi skuffað av, at vinkonan ikki svarar tær, tá tú roynir at koma í samband við hana. Men fyrr ella seinni fer tað ivaleyst at eydnast. Í einari góðari løtu kanst tú royna at siga henni, hvussu tú hevur tað.
Vónandi kanst tú brúka hetta svarið.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin