Hey hann sjálvur!
Takk fyri brævið! Stuttligt hjá tær at tú longu hevur funnið út av, at tú vilt verða lærari, nú tú hevur verið í starvsvenjing. Samstundis er tað so keðiligt, at tín gleði verður órógvað av, at tveir næmingar happa teg. Tað er gott, at tú ikki meira vilt finna teg í at verða kallaður pedofil. Tað er ein rættiliga álvarslig ákæra, og slett ikki stuttligt. Tað er eitt tað ringasta, ið ein kann kalla eitt annað menniskja. Tann, sum happar ella kallar ein annan, hevur sjálvur ein trupulleika. Um talan er um øvundsjúku ella hvat tað kann vera, veit eg ikki, men tú skalt ikki finna teg í tí meira. Tú hevur roynt at biðja hann tiga, men tað gav einki úrslit. At brúka harðskap er heldur eingin góð loysn fyri teg, og tað veitst tú longu. Tú vilt biðja flokslæraran um at hjálpa tær, og tað haldi eg vera eitt gott hugskot. So kunnu tit saman finna út av, hvussu tað kann steðgast.
Góða eydnu við tí!
Tú & Eg Ráðgevingin