Spurnarkassin: Genta, 11 ár spyr

Happing

Spurningur:

Eg verði happa í skúlanum tí at um eg fari at kantrast við eita gentu ella drong, so blanda øll seg. klandrist og so fara øll í ímóti mær og so fari eg bara at gráta, og eg vil at tað skal steðga. Hvat skal eg gera?

Svar:

Góða genta

Tað ljóðar ordiliga strævið hjá tær. Tað er onki stuttligt at blíva happaður og føla at øll eru ímóti sær. Tað er flott, at tú dugir at siga frá, tí tað er sjálvandi ikki rætt at tú skalt vera kedd so ofta í skúlanum.

Tíbetur hevur tú nakrar møguleikar, ið kunnu vera við til at hjálpa tær.

1. Tosa vit onkran vaksnan, møguliga eitt foreldur og sig teimum tína støðu og at tú ynskir at hetta skal broytast.
2. Tosa við tín flokslærara, møguliga fær hannhon tikið eitt prát við teir næmingarnar, ið gera tað strævið fyri teg í skúlanum.
3. Flestu skúlar hava sokallaðir AKT-lærarar (Atburður, kontakt og trivnaður), ið átaka sær at hjálpa næmingum, ið t.d. blíva happaðir. Kanska tú kanst heinta hjálp frá teimum?
Annars kanst tú hugsa um hví tit fara at klandrast, møguliga tú kanst royna alt fyri at ikki koma í eina tílíka støðu so ofta.
Vit vóna at tú fært brúkt okkara svar til okkurt. Vit ynskja at øll børn í Føroyum, skulu hava eina trygga og læruríka tíð í fólkaskúlanum.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin