Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

Happing

Spurningur:

Heey eg eri ein genta uppá 14 ár eg bleiv nógv happað og tað kemur aftur til mínar tankar. Hvat skal eg gera???

Svar:

Hey genta,
Happing kann hava sera álvarsamar avleiðingar og er tað av alstórum týdningi at tosa um tað. Hevur tú roynt at tosa við nakran um tað t.d. vinkonu, foreldur, lærara ella heilsusytur? Annars er eisini møguleiki fyri at tosa við sálarfrøðing, um hetta fyllir nógv hjá tær í dagligdegnum. Tað sum er umráðandi at vita tá man hevur verið úti fyri happing er, at tað ikki er tú sum ert trupuleikin, men tann sum happar forbrýtur seg inná teg, og tað er fullkomiliga órættvíst og óviðkomandi. Tað sum hon ella hann sigur er ofta bara fyri at hon ella hann sjálvur hevur trupulleikar, og hevur tørv á at hevja seg sjálvan við at niðurgera onnur. So tú má royna at síggja viðkomandi sum ein sum hevur trupuleikar í lívinum. Tað hevur onki við teg at gera, tú bleivst bara í hesum førinum útvald sum offur sum sjálvandi er keðiligt. Til tíðir kann tað hjálpa at konfrontera viðkomandi, men hetta kemur an uppá støðuna og sum tað ljóðar so var hetta fyrr, men tú merkir enn til avleiðingarnar av hesum. Lat ikki tað sum onnur siga avgera nakað um hvør tú ert sum persónur, tí tú ert tú og tú ert góð nokk sum tú ert 🙂

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin