Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
Happing
Spurningur:
Eg havi blivin happaður ígjøgnum hvønn dag í skúlanum í 8 ár og nú havi eg gjørt mótstand ímóti teimum sum altíð hava happa meg og eg eri komin í stórar trupulleikar. Barnaverndin og psykolog, alt er komi uppí og løgreglan. Eg klári ikki at stýra meg sjálvan. Hvat skal eg gera ????????
Svar:
Góði tú, ið ert blivin happaður!
Tað harmar meg so nógv at hoyra, at tú ert blivin happaður gjøgnum heili 8 ár, uttan at nakar vaksin hevur gjørt nógv mikið fyri at steðga tí. Happing er sera álvarligt og eitt tað ringasta, sum ein kann koma út fyri, serliga sum barn. Tað eru tey vaksnu, ið hava ábyrgdina av at steðga happingini, netupp tí, at tann happaði ikki kann klára tað sjálvur. Nú rokni eg við, at okkurt er hent, sum hevur fingið barnavernd og aðrar myndugleikar upp í málið. Teirra uppgáva er nú at hjálpa tær, og tað vóni eg, at tey fara at gera. Tú sigur, at tú klárar ikki at stýra tær longur, og tað er ikki so løgið, um tú reagerar. Tú hevur givið teimum mótstøðu, sum er ein natúrlig reaktión, tá ein verður álopin. Tú sigur ikki, hvussu tú ikki fært stýrt tær, men um tú reagerar við øði, og brúkar kropsligan harðskap, tá onnur brúka sálarligan harðskap móti tær, verður tú tann, sum kanst rokna við at fáa revsingina og ikki tann, ið happar teg. Tí hevur tú brúk fyri hjálp, so at tú kanst styrkjast sálarliga og kensluliga. Tað er gott, at tú biður um hjálp nú, so at vend kann koma í. Vónandi lurta tey vaksnu, her foreldrini, løgreglan, barnavernd og sálarfrøðingurin eftir tær, so at tit fáa eitt gott samstarv í lag.
Um tú ikki fært nóg góða hjálp, ella um tú hevur tørv á at kjatta ella tosa við okkum, eru tú vælkomin at venda tær aftur til okkara.
Alt tað besta ynskja vit tær!
Tú & Eg Ráðgevingin